Far beinleiðis til innihaldið

Fangar vaktu hansara áhuga

Fangar vaktu hansara áhuga

Í 2011 kom ein maður, sum var flóttafólk úr Eritrea, til Noregs. Tá ið Jehova vitni hittu hann, fortaldi hann teimum, at hann eisini hevði møtt Jehova vitnum í sínum heimlandi. Hann hevði verið í herinum, og tá hevði hann sæð, at nøkur Jehova vitni, sum sótu í fongsli fyri sína trúgv, noktaðu at fara í herin, eisini sjálvt um tey vórðu harðliga viðfarin.

Ein dagin hendi nakað, sum gjørdi, at hann sjálvur bleiv handtikin og settur í fongsul. Har møtti hann trimum Jehova vitnum – Paulos Eyasu, Negede Teklemariam og Isaac Mogos – sum høvdu sitið í fongsli fyri sína trúgv síðani 1994.

Meðan hann sat í fongslinum, sá hann við egnum eygum, at Jehova vitni liva eftir tí, sum tey læra onnur. Hann sá, at hesir fangarnir vóru ærligir, og at teir enntá góvu øðrum burtur av tí matinum, sum teir fingu. Hann legði eisini merki til, at fangarnir, sum vóru Jehova vitni, studeraðu Bíbliuna saman hvønn dag, og at teir bjóðaðu øðrum at vera við. Teir kundu verði leyslatnir, um teir skrivaðu undir upp á eitt skjal, sum segði, at teir ikki longur vildu tæna Jehova Gudi, men teir noktaðu.

Alt hetta ávirkaði hann nógv, og eftir at hann var komin til Noregs, vildi hann finna út av, hví Jehova vitni hava so sterka trúgv. Tá ið Jehova vitni hittu hann, segði hann beinanvegin ja til at kanna Bíbliuna saman við teimum og fór at ganga á møti.

Í september 2018 varð hann doyptur sum eitt Jehova vitni. Nú brúkar hann hvørt høvi til at boða gleðiboðskapin fyri fólki úr Eritrea og Sudan og eggjar teimum til at kanna Bíbliuna, so tey kunnu fáa eina sterka trúgv.