Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

„Stríðsítróttur var mítt eitt og alt“

„Stríðsítróttur var mítt eitt og alt“
  • Føddur: 1962

  • Heimland: USA

  • Fortíð: Alt snúði seg um stríðsítrótt

BAKGRUND

 Tann, sum eg vandi saman við, fekk nógv størri skaða, enn eg hevði væntað. Eg hevði av óvart sparkað hann beint í nøsina. Eg fekk ringa samvitsku og fór at ivast í, um eg skuldi halda fram við stríðsítrótti. Hví fekk hetta mistakið meg at ivast í einum ítrótti, sum eg hevði elskað í áravís? Lat meg fyrst greiða frá, hví eg byrjaði at íðka henda ítróttin.

 Eg vaks upp nærindis Buffalo í statinum New York í eini góðari og trúgvandi katólskari familju. Eg gekk í katólskum skúla og var kórdrongur í kirkjuni. Foreldrini vildu, at tað skuldi gangast systur míni og mær væl, og tí slapp eg at ganga til ítrótt ella arbeiða eftir skúlatíð, um eg fekk góðar karakterir í skúlanum. Soleiðis bleiv eg tvingaður at læra meg sjálvdisiplin, longu tá ið eg var heilt ungur.

 Eg var 17 ára gamal, tá ið eg fór at læra meg stríðsítrótt. Í nógv ár vandi eg tríggjar tímar um dagin, seks dagar um vikuna. Eg kundi eisini sita í tímavís og hugsa um ymiskar teknikkir og rørslur, og eg hugdi ofta at venjingarfilmum. Mær dámdi væl at venja við bindi fyri eyguni, eisini tá ið eg vandi við vápnum. Eg dugdi at bróta bretti og múrsteinar við berum hondum. Eg kláraði meg væl í kappingum og vann fleiri steyp. Stríðsítróttur bleiv tað, sum alt lívið hjá mær snúði seg um.

 Eg helt, eg fekk tað besta burtur úr lívinum. Eg las á universitetinum og fekk framúr gott prógv. Síðani fór eg at arbeiða í eini stórari fyritøku sum KT-verkfrøðingur. Eg fekk nógvar ágóðar frá fyritøkuni, og eg átti hús, sum eg og daman búðu í. Tað sá kanska út til, at eg var lukkuligur, men tað var eg ikki, tí eg hevði nógvar spurningar um lívið, sum eg ikki hevði fingið svar upp á.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

 Fyri at fáa svar upp á mínar spurningar, fór eg at ganga í kirkju tvær ferðir um vikuna og biðja til Gud um hjálp. Men ein dagin tosaði eg við ein vinmann, og tað broytti alt. Eg spurdi hann: „Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvat meiningin er við lívinum? Tað eru so nógvir trupulleikar og so nógv órættvísi til!“ Hann segði, at hann hevði havt líknandi spurningar og funnið góð svar í Bíbliuni. Hann gav mær eina bók, sum æt Tú kanst liva um ævir í einum páradísi á jørðini. a Hann fortaldi mær, at hann hevði kannað Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Fyrst ivaðist eg, um eg skuldi taka ímóti bókini, tí eg helt ikki, at eg burdi lisið nakað frá øðrum trúarsamfeløgum. Men av tí at eg so gjarna vildi hava svar upp á mínar spurningar, fór eg at kanna, um tað, sum Jehova vitni lærdu, gav meining.

 Eg varð bilsin, tá ið eg fann út av, hvat Bíblian veruliga lærir. Eg skilti, at Gud upprunaliga ætlaði, at menniskju skuldu liva um ævir í einum paradísi á jørðini, og at hansara ætlan framvegis var tann sama. (1. Mósebók 1:28) Eg varð ovfarin av at síggja Guds navn, Jehova, í míni egnu King James bíbliu. Eg skilti nú, at hetta var navnið á tí Gudinum, sum eg hevði biðið til, tá ið eg bað faðirvár. (Sálmur 83:19; Matteus 6:9) Og endiliga skilti eg, hví Gud loyvir sorg og pínu í eina tíð. Alt, sum eg lærdi, gav meining! Eg helt, tað var so spennandi.

 Eg gloymi ongantíð, hvussu tað var, tá ið eg byrjaði at ganga á møti hjá Jehova vitnum. Øll vóru so fitt og spurdu, hvussu eg æt. Fyrstu ferð, eg var á møti, hoyrdi eg ein fyrilestur um, hvørjar bønir Gud hoyrir. Tað helt eg vera spennandi, tí eg sjálvur hevði biðið til Gud um hjálp. Síðani var eg við á høgtíðini til minni um deyða Jesusar. Eg varð hugtikin av, at sjálvt børnini fylgdu við í Bíbliuni. At byrja við dugdi eg ikki sjálvur at leita í Bíbliuni, men øll vóru so fitt og lærdu meg, hvussu mann gjørdi.

 Eg bleiv við at ganga á møti og fekk so við og við stóra virðing fyri tí frálíku undirvísingini hjá Jehova vitnum. Eg lærdi nógv og føldi meg altíð styrktan aftaná. So bjóðaði ein sær til at kanna Bíbliuna saman við mær.

 Tað, sum eg upplivdi hjá Jehova vitnum, var heilt øðrvísi enn tað, eg var vanur við í kirkjuni. Jehova vitni høvdu eitt gott samanhald, og tey gjørdu sítt besta fyri at fylgja tí, sum Gud sigur. Eg bleiv sannførdur um, at tey livdu upp til tað, sum skal eyðkenna sonn kristin, nevniliga kærleiki. – Jóhannes 13:35.

 Jú meira eg kannaði Bíbliuna, jú meira broytti eg meg fyri at liva eftir henni. Men eg helt kortini ikki, at eg nakrantíð fór at sleppa stríðsítróttinum. Eg elskaði at venja og at kappast. Tá ið eg segði tað við hann, sum las Bíbliuna saman við mær, svaraði hann blídliga: „Blív bara við at studera, so veit eg, at tú tekur ta røttu avgerðina.“ Tað var akkurát tað, sum eg hevði brúk fyri at hoyra. Jú meira eg las, jú størri hug fekk eg at gleða Jehova Gud.

 Vend kom í, tá ið óhappið hendi, sum eg nevndi at byrja við, og eg av óvart sparkaði ein mann í nøsina. Óhappið fekk meg at ivast í, um eg kundi vera ein friðarligur kristin, um eg bleiv við at íðka stríðsítrótt. Eg hevði lisið í Esaias 2:3, 4, at tey, sum tæna Jehova, ’ikki longur skulu læra seg hernað’. Og Jesus lærdi onnur, at tey ikki skuldu nýta harðskap, heldur ikki um tey vórðu órættvíst viðfarin. (Matteus 26:52) Tí gavst eg við tí ítróttinum, sum hevði havt so stóran týdning í mínum lívi.

 Eftir hetta fór eg at fylgja ráðunum í Bíbliuni um at ’venja seg til gudsótta’. (1. Timoteusarbræv 4:7) Øll tíðin og orkan, sum eg fyrr hevði brúkt upp á stríðsítrótt, fór nú til at styrkja vinalagið við Gud og tæna honum. Daman hjá mær tók ikki undir við tí, sum eg lærdi úr Bíbliuni, so tað bleiv liðugt millum okkum. Eg bleiv doyptur sum eitt Jehova vitni tann 24. januar í 1987. Stutt aftaná byrjaði eg í fulltíðartænastuni og fór at læra onnur um Bíbliuna, og tað havi eg gjørt líka síðan. Eg havi eisini verið eina tíð á høvuðsskrivstovuni hjá Jehova vitnum í New York.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

 Nú kenni eg sannleikan um Gud og havi funnið tað, sum eg saknaði í lívinum. Eg føli ikki, at alt er so tómt longur. Lívið gevur meining, og eg havi eina góða vón um framtíðina. Eg eri rætt og slætt lukkuligur! Mær dámar enn at venja kropsliga, men tað er ikki longur tað, sum hevur mest at siga. Fram um alt tæni eg Jehova.

 Tá ið eg fekst við stríðsítrótt, varð eg altíð á varðhaldi og klárur at verja meg, um onkur leyp á. Eg leggi enn merki til tey, sum eru rundan um meg, men nú er orsøkin ein onnur, eg vil so gjarna hjálpa teimum. Bíblian hevur hjálpt mær at hugsa meira um onnur og gjørt meg til ein betri mann hjá Brendu, konu míni.

 Stríðsítróttur var mítt eitt og alt. Men nú er nakað betri komið í staðin. Tað er rætt, sum Bíblian sigur: „Hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið; men gudsóttin er nyttuligur til alt og hevur lyfti, bæði fyri lívið, ið nú er, og fyri hitt, ið kemur.“ – 1. Timoteusarbræv 4:8.

a Jehova vitni hava givið út, men hon verður ikki prentað longur.