Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Eg eri ikki harðhjartaður longur

Eg eri ikki harðhjartaður longur
  • Føddur: 1973

  • Heimland: Uganda

  • Fortíð: Harðligur, ómoralskur og drankari

BAKGRUND

 Eg varð føddur í Uganda í økinum Gomba. Tey flestu, sum búðu har, vóru ógvuliga fátæk. Býurin hjá okkum hevði einki elektrisitet, so tá ið tað bleiv myrkt, máttu vit brúka oljulampur.

 Míni foreldur vóru bøndur og vóru flutt úr Ruanda til Uganda. Tey dyrkaðu kaffi og bananir, og úr bananunum gjørdu tey eitt slag av rúsdrekka, sum kallast waragi. Og tey høvdu eisini hønir, geitir, grísar og neyt. Mentanin og uppvøksturin gjørdi, at eg helt, at ein kona altíð skuldi akta sín mann og ongantíð siga sína meining.

 Tá ið eg var 23 ár, flutti eg til Ruanda, og har plagdi eg at fara á náttklubba saman við vinmonnunum. Eg kom so ofta á ein náttklubba, at eg fekk ókeypis atgongd. Mær dámdi eisini væl at hyggja at filmum, sum vístu slagsmál og harðskap. Umhvørvið og undirhaldið gjørdu, at eg bleiv harðligur, ómoralskur og drankari.

 Í ár 2000 fór eg at liva saman við eini ungari kvinnu, sum æt Skolastique Kabagwira, og vit fingu trý børn. Sum eg hevði lært, tá ið eg var yngri, væntaði eg, at hon legði seg á knæ framman fyri mær, tá ið hon sá meg ella skuldi spyrja meg um okkurt. Eg helt eisini, at alt tað, sum vit áttu, var mín persónliga ogn, og at eg kundi brúka tað, sum eg sjálvur vildi. Eg fór ofta út um kvøldið og kom ikki heimaftur fyrr enn umleið klokkan trý um náttina, og tá var eg sum oftast fullur. Eg plagdi at banka uppá, og um tað tók ov langa tíð, áðrenn Skolastique læt upp, so bukaði eg hana.

 Tá arbeiddi eg sum eftirlitsmaður í eini vaktarfyritøku og fekk góða løn. Skolastique royndi at yvirtala meg at koma við sær í hvítusunnukirkjuna – hon helt sikkurt, at tað fór at broyta meg. Men tað tímdi eg ikki. Í staðin fyri fór eg at halda saman við eini aðrari kvinnu. Av tí at eg var so óreinur og ljótur, flutti Skolastique heim til síni foreldur við okkara trimum børnum.

 Ein av okkara eldru vinum tosaði við meg um, hvussu eg livdi mítt lív. Hann bað meg fara aftur til Skolastique. Hann segði, at míni fittu børn høvdu uppiborið at búgva saman við pápa sínum. So í 2005 legði eg av at drekka, gjørdi tað liðugt við hina kvinnuna og fór aftur til Skolastique. Vit giftust í 2006. Men eg var enn harðligur og fór illa við henni.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

 Í 2008 kom eitt Jehova vitni, sum æt Joël at vitja okkum, og eg lurtaði eftir tí, sum hann hevði at siga. Joël og Bonaventure, eitt annað Jehova vitni, vitjaðu meg regluliga í fleiri mánaðir, og vit høvdu áhugaverdar bíbilskar samrøður. Eg hevði nógvar spurningar, serliga um tað, sum stendur í Opinberingini. Eg royndi faktiskt at prógva, at tað, sum teir søgdu, var skeivt. Til dømis spurdi eg, hví teir søgdu, at ’stóri skarin’, sum verður nevndur í Opinberingini 7:9, skal liva á jørðini, tá ið tað stendur í ørindinum, at „tey stóðu fyri hásætinum og lambinum“, Jesusi Kristi. Joël var tolin og svaraði spurningunum. Til dømis vísti hann mær Esaias 66:1, har tað stendur, at Gud nevnir jørðina sín „fótaskammul“. So stóri skarin er faktiskt á jørðini, tá ið hann stendur framman fyri Guds hásæti. Og í Sálmi 37:29 las eg, at tey rættvísu skulu liva í allar ævir á jørðini.

 At enda segði eg ja til eitt bíbliuskeið, og Bonaventure byrjaði at lesa saman við Skolastique og mær. Tá ið eg hevði kannað Bíbliuna í eina tíð, fekk eg hug at broyta meg. Eg lærdi at vísa konu míni virðing. Eg kravdi ikki longur, at hon skuldi leggja seg á knæ framman fyri mær, tá ið hon sá meg ella spurdi meg okkurt, og eg segði ikki longur, at alt, sum vit áttu, var mín persónliga ogn. Eg helt eisini uppat at hyggja at filmum við harðskapi. Tað var ikki lætt at gera hesar broytingarnar, tí tað kravdi sjálvstamarhald og eyðmjúkleika.

Bíblian hevur hjálpt mær at blíva ein nógv betri hjúnafelagi

 Nøkur ár frammanundan hevði eg sent elsta sonin, Christian, at búgva hjá familju í Uganda. Men eftir at hava lisið 5. Mósebók 6:4-7 skilti eg, at Gud hevur givið mær og konu míni ábyrgdina at taka okkum av børnunum. Tað merkir, at vit mugu læra tey, hvat Gud vil, at tey skulu gera. Bæði vit og sonurin vóru so glað, tá ið vit tóku hann heimaftur.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

 Eg havi lært, at Jehova er ein miskunnsamur Gud, og eg eri sannførdur um, at hann hevur fyrigivið mær fyri mín skeiva hugburð, og at eg bar meg so ljótt at. Eg eri so takksamur fyri, at Skolastique eisini vildi kanna Bíbliuna. Vit vígdu okkum til Jehova og vórðu doypt samstundis 4. desember í 2010. Nú líta vit á hvønn annan, og vit gleðast um at liva eftir bíbilsku meginreglunum í okkara familju. Kona mín er so glað fyri, at eg komi heim beint aftan á arbeiði. Hon er eisini takksom fyri, at eg fari væl við henni, havi virðing fyri henni, havi valt ikki at drekka meir, og at eg ikki longur eri harðligur. Í 2015 bleiv eg útnevndur til elsta og gleðist um at hjálpa til í samkomuni. Og trý av okkara fimm børnum eru doypt.

 Tá ið eg byrjaði at kanna Bíbliuna við Jehova vitnum, góðtók eg ikki bara alt, sum tey lærdu meg. Men eg var hugtikin av, at tey svaraðu mínum spurningum við at brúka Bíbliuna. Skolastique og eg skiltu, hvussu umráðandi tað er, at tey, sum siga seg tæna Gudi, eisini liva samsvarandi hansara normum og meginreglum og ikki bara gera, sum tey sjálvi halda. Eg eri sera takksamur fyri, at Jehova hevur drigið meg til sín, og at eg eri ein partur av hansara andaligu familju. Gud hevur hjálpt mær at gera stórar broytingar í mínum lívi, og tað sannførir meg um, at øll, sum vilja broyta seg, kunnu gera tað við hansara hjálp.