Far beinleiðis til innihaldið

Hava Jehova vitni kvinnuligar boðarar?

Hava Jehova vitni kvinnuligar boðarar?

 Ja. Øll Jehova vitni – harímillum kvinnur í milliónatali – eru boðarar. Bíblian sigur: „Stórur er skarin av kvinnum við gleðiboðskapi.“ – Sálmur 68:12.

 Kvinnur, sum eru Jehova vitni, taka eftir kvinnuligu fyrimyndunum í Bíbliuni. (Orðtøkini 31:10-31) Hóast tær ikki hava ein leiðandi leiklut í samkomuni, hava tær úr at gera í almennu boðanini. Tær læra eisini síni børn at brúka meginreglurnar í Bíbliuni. (Orðtøkini 1:8) Kvinnur, sum eru Jehova vitni, hava við orðum og gerðum góða ávirkan á onnur. – Titus 2:3-5.