Far beinleiðis til innihaldið

Hví vilja Jehova vitni ikki hava blóð?

Hví vilja Jehova vitni ikki hava blóð?

Vanligar misskiljingar

 Søgn: Jehova vitni hava ikki álit á heilivági og sjúkuviðgerð.

 Sannroynd: Vit royna at finna bestu læknaviðgerðina bæði til okkum sjálv og okkara familju. Tá ið vit hava heilsutrupulleikar, seta vit okkum í samband við læknar, sum hava royndir innan blóðleysa skurðviðgerð og aðra blóðleysa viðgerð. Vit gleðast um framstigini í læknaheiminum. Í roynd og veru koma blóðleysu viðgerðirnar, sum eru ætlaðar at hjálpa Jehova vitnum, øllum í samfelagnum til góðar. Í nógvum londum ber tað nú til hjá einum og hvørjum sjúklingi at sleppa undan vandunum, ið kunnu standast av blóðflutningi, eitt nú blóðbornum sjúkum, immunreaktiónum og mannamistøkum.

 Søgn: Jehova vitni halda, at trúgv kann grøða fólk.

 Sannroynd: Eingin grøðing fer fram hjá okkum.

 Søgn: Blóðleys viðgerð er sera kostnaðarmikil.

 Sannroynd: Tað loysir seg væl at viðgera uttan blóð. a

 Søgn: Á hvørjum ári doyggja nógv Jehova vitni, eisini børn, tí tey ikki vilja hava blóð.

 Sannroynd: Hetta uppáhaldið er púra ógrundað. Skurðlæknar gera javnan torførar skurðviðgerðir, eitt nú hjartaskurðviðgerðir, ortopediskar skurðviðgerðir og ymiskar transplantatiónir, uttan at nýta blóð. b Sjúklingar, eisini børn, ið ikki fáa blóðflutning, koma vanliga fyri seg eins væl og tey, ið fáa blóðflutning, ella enntá betur. c Í øllum førum ber ikki til at siga við vissu, at ein sjúklingur doyr, um hann ikki fær blóðflutning, ella at hann yvirlivir, um hann tekur ímóti blóðflutningi.

Hví vilja Jehova vitni ikki hava blóð?

 Tað er fremst av øllum ein trúarspurningur, ikki ein læknavísindaligur spurningur. Bæði í Gamla og Nýggja testamenti stendur týðiliga, at vit skulu halda okkum frá blóði. (1. Mósebók 9:4; 3. Mósebók 17:10; 5. Mósebók 12:23; Ápostlasøgan 15:28, 29) Í Guds eygum umboðar blóðið lívið. (3. Mósebók 17:14) Tá ið vit ikki taka ímóti blóði, er tað ikki bara tí, vit vilja akta Gud, men eisini tí vit vilja vísa honum virðing aftur fyri, at hann gav okkum lívið.

Broyttar fatanir

Tað ber væl til at gera torførar skurðviðgerðir uttan blóðflutning

 Einaferð var vanliga fatanin í læknaheiminum, at blóðleysar viðgerðir vóru víðgongdar, ja, næstan sjálvmorðskendar. Men so er ikki longur. Til dømis stóð at lesa í eini grein í einum læknatíðarriti í 2004, at „nógvar av mannagongdunum, ið verða brúktar í viðgerðini av sjúklingum, sum eru Jehova vitni, verða vanligar um nøkur ár“. d Ein grein í tíðarritinum Heart, Lung and Circulation nevndi í 2010, at „’blóðleys skurðviðgerð’ ikki bert eigur at vera avmarkað til J[ehova] v[itni], men eigur at vera ein fastur partur av skurðviðgerð sum heild“.

 Fleiri túsund læknar kring heimin eru farnir at brúka mannagongdir, sum tryggja, at sjúklingurin ikki missir ov nógv blóð. Soleiðis sleppa teir undan at brúka blóð í torførum skurðviðgerðum. Hesar mannagongdirnar verða eisini nýttar í fátækum londum, og nógvir sjúklingar, sum ikki eru Jehova vitni, vilja fegnir hava slíka viðgerð.

aTransfusion and Apheresis Science, bind 33, nr. 3, s. 349.

bThe Journal of Thoracic and Cardiovascular Surgery, bind 134, nr. 2, s. 287-288; Texas Heart Institute Journal, bind 38, nr. 5, s. 563; Basics of Blood Management, s. 2; og Continuing Education in Anaesthesia, Critical Care & Pain, bind 4, nr. 2, s. 39.

cThe Journal of Thoracic and Cardiovascular Surgery, bind 89, nr. 6, s. 918; og Heart, Lung and Circulation, bind 19, s. 658.

d Continuing Education in Anaesthesia, Critical Care & Pain, bind 4, nr. 2, s. 39.