Far beinleiðis til innihaldið

Hvat halda Jehova vitni um útbúgving?

Hvat halda Jehova vitni um útbúgving?

 Vit grunda okkara áskoðan á útbúgving á meginreglurnar í Bíbliuni. Sum einstaklingar brúka Jehova vitni sína bíbliuvandu samvitsku til at gera av, hvussu tey vilja fylgja bíbilsku meginreglunum, sum verða viðgjørdar í hesi greinini. a

 Útbúgving er neyðug

 Við útbúgving kunnu vit gerast ’vís og klók’, og tað hevur sambært Bíbliuni stóran týdning. (Orðtøkini 2:10, 11; 3:21, 22) Harumframt segði Jesus við sínar lærisveinar, at teir skuldu læra onnur tað, sum hann hevði álagt teimum. (Matteus 28:19, 20) Tí hjálpa og eggja vit teimum í okkara samkomum til at fáa sær eina grundleggjandi útbúgving, eitt nú at læra at lesa, skriva og samskifta b og at nema sær vitan um aðrar átrúnaðir og mentanir. – 1. Korintbræv 9:20-22; 1. Timoteusarbræv 4:13.

 Myndugleikarnir leggja eisini stóran dent á útbúgving og krevja ofta, at ung skulu ganga í skúla eitt ásett áramál. Vit fylgja slíkum lógum í samsvari við boðið, sum sigur: „Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum [ella: myndugleikum] lýðið, sum yvir tí eru.“ (Rómbrævið 13:1) Haraftrat eggja vit børnum okkara til at fylgja væl við í skúlanum og gera sítt ítasta. Sum Guds orð sigur: „Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!“ – Kolossebrævið 3:23.

 Við útbúgving kunnu vit lættari syrgja fyri familjuni. Bíblian sigur: „Hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.“ (1. Timoteusarbræv 5:8) Vit hava bíbilska skyldu at taka okkum av familjuni, og har kann ein útbúgving hjálpa okkum. Sum The World Book Encyclopedia sigur, so er eitt týðandi endamál við útbúgving at „gera fólk før fyri at geva sítt íkast til búskapin ... sum virknir samfelagsborgarar.“ Tað er lættari hjá teimum, sum hava fingið sær nakrar førleikar og eina útbúgving, at syrgja fyri familjuni, enn hjá teimum, sum ikki hava tað. – Orðtøkini 22:29.

 Foreldur syrgja millum annað fyri børnunum við at fyrireika tey til vaksnamannalívið, og í tí sambandi er skúlagongd og útbúgving ein góð hjálp. (2. Korintbræv 12:14) Vit mæla foreldrum til at lata børnini fáa eina grundleggjandi skúlagongd, sjálvt um møguleikarnir eru fáir, um tað kostar pengar, ella um tað ikki er vanligt í økinum. Vit geva eisini góð ráð um, hvussu foreldur kunnu fylgja við í skúlagongdini hjá børnunum. c

 Hugsa um fyrimunir og vansar við útbúgving

 Vit kanna, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru. Bíblian sigur: „Hin fávitskuti trýr hvørjum orði, men hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ (Orðtøkini 14:15) Vit brúka hesa meginregluna og kanna, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru. Vit hugsa eisini um fyrimunir og vansar við hvørji einstakari útbúgving. Velur mann til dømis eina yrkisútbúgving, fær mann ofta nakað gott burturúr, uttan at tað tekur so langa tíð.

 Andaliga útbúgvingin hevur mest at siga. Andalig útbúgving grundað á Bíbliuna gevur okkum lívsneyðuga vitan um Gud, og tað kann eingin onnur útbúgving geva okkum. (Jóhannes 17:3) Hon lærir okkum eisini dygdir sum „rættvísi, rætt og rættsinni, ja, eina og hvørja góða leið“. (Orðtøkini 2:9) Paulus ápostul hevði tað, sum svarar til eina universitetsútbúgving, men hann viðurkendi, at tað ’at kenna Kristus Jesus er so mangan meiri vert’. (Filippibrævið 3:8; Ápostlasøgan 22:3) Í dag hava nógv Jehova vitni eisini fingið sær eina hægri útbúgving, men tey halda kortini, at andaliga útbúgvingin hevur størri virði.

Ein andalig útbúgving lærir fólk at hava góð virði

 Hægri útbúgving kann hava moralskar og andaligar vansar við sær

 Eitt orðatak í Bíbliuni ljóðar: „Vitur maður sær vandan og fjalir seg.“ (Orðtøkini 22:3, Dahl/Viderø) Jehova vitni halda, at umhvørvið á summum universitetum og lærustovnum kann vera skaðiligt andaliga og moralskt. Tí vilja nógv Jehova vitni hvørki lata seg sjálv ella síni børn ávirka av einum slíkum umhvørvi. Tey hava lagt til merkis, at skeivar fatanir ella misskiljingar sum tær niðanfyri ofta verða útbreiddar á hægri læristovnum.

  •   Misskiljing: Pengar geva lukku og tryggleika

     Tað verður ofta sagt, at hægri útbúgving er besti mátin at tryggja sær eitt væl lønt arbeiði, og tí lesa fleiri og fleiri næmingar á universitetinum fyri at kunna tjena nógvar pengar. Summi vóna, at pengar kunnu gera tey lukkulig og trygg, men Bíblian vísir, hvussu skeiv ein slík fatan er. (Prædikarin 5:9) Haraftrat lærir Bíblian eisini, at „peningakærleiki er rót til alt ilt“, og at fólk enntá kunnu missa trúnna av hesum kærleikanum. (1. Timoteusarbræv 6:10) Jehova vitni royna av øllum alvi ikki at lata seg ávirka av ’svikaligu lokkan ríkdómsins’. – Matteus 13:22.

  •   Misskiljing: Mann skal stremba eftir tí viðurkenning ella tign, sum ein hægri útbúgving kann hava við sær

     Til dømis skrivaði Nika Gilauri, fyrrverandi forsætisráðharrin í Georgia, hvat fólk vanliga hugsa í hansara heimlandi: „Tað er næstan neyðugt at hava eina universitetsútbúgving sum statussymbol í Georgia. ... [Fyrr] var tað ein stór skomm, um børnini í familjuni ikki fingu eina universitetsútbúgving.“ d Men Bíblian ávarar ímóti at søkja sær æru í hesum heimi. Jesus segði við trúarleiðararnar, sum gjarna vildu ærast: „Hvussu kunnu tit trúgva, tit, sum taka við heiðuri hvør frá øðrum?“ (Jóhannes 5:44) Universitetsumhvørvið kann ávirka tey lesandi, so tey blíva stolt; og Gud hatar stoltleika. – Orðtøkini 6:16, 17; 1. Pætursbræv 5:5.

  •   Misskiljing: Mann eigur sjálvur at gera av, hvat er rætt og skeivt

     Jehova vitni viðurkenna, at Gud hevur rættin til at gera av, hvat er rætt og skeivt. (Esaias 5:20) Men sambært einari grein í Journal of Alcohol and Drug Education fær bólkatrýst nógv universitetslesandi at „taka avgerðir, ið stríða ímóti tí, sum tey annars halda vera rætt og skeivt“. e Henda eygleiðingin samsvarar væl við bíbilsku meginregluna: „Ringur felagsskapur spillir góðar siðir.“ (1. Korintbræv 15:33) Á nógvum hægri lærustovnum er tað vanligt, at tey lesandi gera ymiskt, sum Gud fordømir, sum til dømis at drekka ov nógv, taka rúsevni og hava sex uttan fyri hjúnabandið, og ofta verður enntá eggjað til at gera tað. – 1. Korintbræv 6:9, 10; 2. Korintbræv 7:1.

  •   Misskiljing: Hægri útbúgving er besti mátin at betra um viðurskiftini í heiminum

     Tað eru sjálvandi ikki øll, sum fáa sær eina hægri útbúgving fyri at blíva rík, kend ella fyri at stuttleika sær við ymiskum, sum Gudi ikki dámar, men fyri at blíva betri menniskju og gera heimin til eitt betri stað. Hetta eru góð mál, men Jehova vitni hava valt eina aðra leið. Eins og Jesus halda vit, at tað bara er Guds ríki, sum kann gera heimin betri. (Matteus 6:9, 10) Men vit sita ikki bara hendur í favn og bíða eftir, at Guds ríki skal loysa heimsins trupulleikar. Nei, vit gera sum Jesus og boða ’gleðiboðskapin um Guds ríki’ í øllum heiminum og hjálpa á hvørjum ári hundraðtúsundtals menniskjum at fáa eitt betri lív. f – Matteus 24:14, Nýggi Sáttmálin.

a Ung Jehova vitni, sum búgva heima, lurta eftir foreldrunum, tá ið tey skulu velja útbúgving, so leingi sum tað, tey siga, ikki er í stríð við Guds lóg. – Kolossebrævið 3:20.

b Við tí endamáli hava vit prentað meira enn 11 milliónir eintøk av tilfarinum, sum verður brúkt á okkara lesiskeiðum, til dømis heftið Apply Yourself to Reading and Writing (er ikki á føroyskum). Og vit hava ókeypis lesiflokkar á 120 málum um allan heimin. Í árunum 2003 til 2017 lærdu vit umleið 70.000 fólk at lesa og skriva.

d Practical Economics: Economic Transformation and Government Reform in Georgia 2004-2012, síða 170.

e Bind 61, nr. 1, apríl 2017, síða 72.

f Sí partin á jw.org „Bíblian broytir lív“ og les um, hvussu Guds orð og boðskapurin um Guds ríki hava hjálpt menniskjum.