Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Guds lógir um reinføri vóru framman fyri sína tíð

Guds lógir um reinføri vóru framman fyri sína tíð

 Beint áðrenn tjóðin Ísrael skuldi fara inn í lovaða landið fyri umleið 3.500 árum síðani, segði Gud, at hann skuldi verja tey móti ’óndu sjúkunum’, sum tey høvdu kent í Egyptalandi. (5. Mósebók 7:15) Hetta gjørdi hann millum annað við at geva teimum nágreiniliga vegleiðing um reinføri og fyribyrging av sjúku. Her eru nøkur dømi:

  •   Í lógini til Ísrael vóru ásetingar um at baða sær og at vaska klæðir. – 3. Mósebók 15:4-27.

  •   Um mannaskarn stóð soleiðis í lógini: „Uttan fyri tilhaldið skalt tú hava stað fyri seg sjálvt, hagar tú kanst fara tíni egnu ørindi. Millum amboð tíni skalt tú hava spaka; við honum skalt tú grava hol, táið tú setur teg harúti, og síðani aftur koyra út yvir tað, ið av tær er farið.“ – 5. Mósebók 23:12, 13.

  •   Fólk, sum vóru undir illgruna fyri at hava eina smittandi sjúku, blivu avbyrgd frá øðrum í eina tíð. Áðrenn tey kundu koma aftur í tilhaldið, skuldu tey, sum blivu frísk, vaska klæðini hjá sær og baða sær í vatni, fyri at tey aftur kundu verða mett rein. – 3. Mósebók 14:8, 9.

  •   Ein og hvør, sum nam við eitt deytt menniskja ella dýr, skuldi verða avbyrgdur. – 3. Mósebók 5:2, 3; 4. Mósebók 19:16.

 Guds lógir til Ísrael endurspeglaðu eina læknafrøðiliga fatan av reinføri, sum var langt framman fyri sína tíð.

 Aðrastaðni høvdu tey eina sera primitiva áskoðan á reinføri. Her eru nøkur dømi:

  •   Dálkað vatn, spiltur matur og annað burturkast var atvoldin til heilsuskaðiligar umstøður, sum elvdu til nógvar sjúkur og til at nógv pinkubørn doyðu.

  •   Læknar í fornøldini vistu lítið og einki um bakteriur og smittuvanda. Nakað av tí „heiliváginum“, sum egyptar brúktu, var blóð frá skriðdýrum, pelikanskvett, deyðar mýs, land og hýggjuskotið breyð. Tað var eisini vanligt at brúka skarn frá menniskjum og dýrum í sjúkuviðgerð.

  •   Egyptar í fornøldini blivu sjúkir av ymiskum snultidýrum, sum vóru í dálkaða vatninum í Nilánni og áunum, sum runnu úr henni. Haraftrat doyðu nógv pinkubørn í Egyptalandi av diarré og øðrum, sum kemst av spiltum mati.

 Tað gagnaði ísraelsfólki at fylgja Guds lógum um reinføri, og tey høvdu sum heild betri heilsu enn onnur fólkasløg.