Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

BalanceFormcreative/iStock via Getty Images Plus

At hjálpa øðrum minkar um einsemi – hvat sigur Bíblian?

At hjálpa øðrum minkar um einsemi – hvat sigur Bíblian?

 Nógv føla seg einsamøll og halda, at tað er ringt at fáa góðar vinir. Nakrir serfrøðingar siga, at mann kann minka um einsemi við at hjálpa øðrum.

  •   „At hjálpa øðrum, sum hava brúk fyri tí, kann geva lívinum meining og gera, at vit ikki føla okkum so einsamøll og uttanfyri.“ – U.S. National Institutes of Health.

 Í Bíbliuni eru góð ráð um, hvussu vit kunnu hjálpa øðrum. At fylgja hesum ráðunum kann minka um einsemi.

Hvat kanst tú gera?

 Ver gávumildur. Leita eftir møguleikum at vera saman við øðrum. Ver gávumildur og gev øðrum burtur av frá tær. Tá ið tú gert tað, verða fólk vanliga takksom, og tað kann vera byrjanin til eitt vinalag.

  •   Meginregla í Bíbliuni: „Gevið, so skal tykkum verða givið.“ – Lukas 6:38.

 Investera í onnur. Hugsa um, hvussu tú kanst hjálpa øðrum, sum ikki hava tað so lætt í løtuni. Kanska tú kanst vísa teimum samkenslu við at lurta eftir teimum. Tú kanst eisini bjóða tær at gera okkurt praktiskt fyri tey, sum kann lætta eitt sindur um hjá teimum í gerandisdegnum.

  •   Meginregla í Bíbliuni: „Ein vinur er altíð til reiðar at hjálpa.“ – Orðtøkini 17:17, Contemporary English Version.

 Í greinini „Familieliv og venskaber“ fært tú meira at vita um, hvussu tú kanst fáa eitt gott samband við onnur.