Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein fornfrøðilig uppdaging, sum vísir, at Dávid kongur veruliga hevur livað

Ein fornfrøðilig uppdaging, sum vísir, at Dávid kongur veruliga hevur livað

 Sambært Bíbliuni livdi Dávid kongur í 11. øld f.o.t. Hann var kongur í Ísrael, og hansara eftirkomarar stjórnaðu í fleiri hundrað ár. Men nøkur vilja vera við, at Dávid bara er ein fiktivur persónur úr eini mýtu, sum tók seg upp nógv seinni. Hevur Dávid kongur veruliga livað?

 Í Tel Dan, norðanfyri í Ísrael, funnu fornfrøðingurin Avraham Biran og hansara toymi í 1993 eitt brot av einum steini við eini áskrift, sum vísir til „Hús Dávids“. Áskriftin stendur við fornum, semitiskum bókstavum og kann tíðarfestast til níggjundu øld f.o.t. Brotið var helst ein partur av einum minnisvarða, sum áramearar reistu fyri at reypa av sínum sigrum á ísraelsmonnum.

 Í eini grein í Bible History Daily stendur: „Nøkur høvdu hug at finnast at áskriftini ’Hús Dávids’ ... Men flestallir bíbliugranskarar og fornfrøðingar góðtóku beinanvegin, at Tel Dan steinurin var fyrsta ítøkiliga prógvið um, at Dávid kongur í Bíbliuni veruliga hevur livað, og tí er hetta ein tann fremsta uppdagingin í bíbilskari fornfrøði, sum BAR [Biblical Archaeology Review] hevur skrivað um.“