Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Masoretarnir gjørdu sær stóran ómak, tá ið teir skrivaðu Skriftirnar av

HØVUÐSEVNI | BÍBLIAN HEVUR YVIRLIVAÐ ALLAR HÓTTANIR

Bíblian hevur yvirlivað royndirnar at brongla boðskapin í henni

Bíblian hevur yvirlivað royndirnar at brongla boðskapin í henni

HÓTTANIN: Tíðarinnar tonn og mótstøða hava ikki beint fyri Bíbliuni. Men nakrir avskrivarar og umsetarar hava roynt at brongla boðskapin í Bíbliuni. Viðhvørt hava teir roynt at laga Bíbliuna eftir sínum egnu lærum heldur enn at laga lærurnar eftir Bíbliuni. Her eru nøkur dømi:

  • Tilbiðingarstað: Millum fjórðu og aðru øld f.o.t. løgdu teir, sum skrivaðu samverska pentateukin, a nøkur fá orð aftrat 2. Mósebók 20:17 fyri at fáa Bíbliuna at stuðla teirra ætlanum um at byggja eitt tempul á Garizimsfjalli.

  • Tríeindarlæran: Minni enn 300 ár eftir at Bíblian var fullfíggjað, legði ein skrivari, sum trúði upp á tríeindarlæruna, nøkur orð aftrat 1. Jóhannesarbrævi 5:7. Orðini vóru: „Í himli, Faðirin, Orðið og Heilagi Andin: og hesi trý eru eitt.“ Hetta stóð ikki í upprunatekstinum. Ein serfrøðingur sigur, at hesi orðini blivu ein partur av nógvum latínskum bíblium frá umleið ár 500.

  • Guds navn: Av tí at nakrir jødar søgdu, at Guds navn var for heilagt til at blíva brúkt, tóku nógvir bíbliuumsetarar tað ikki við í sínar umsetingar. Teir settu orð sum „Gud“ ella „Harrin“ í staðin, men í Bíbliuni verða hesi heitini eisini brúkt um menn, falskar gudar og enntá um Djevulin. – Jóhannes 10:34, 35; 1. Korintbræv 8:5, 6; 2. Korintbræv 4:4. b

HVUSSU HEVUR BÍBLIAN YVIRLIVAÐ? Fyri tað um nakrir avskrivarar ikki vóru so nærlagdir ella enntá royndu at broyta tekstin, vóru nógvir avskrivarar, sum gjørdu sær stóran ómak at skriva tekstin rætt av. Millum sættu og tíggjundu øld e.o.t. gjørdu nakrir avskrivarar, sum vórðu róptir masoretar, eitt sera álítandi avrit av Hebraisku skriftunum. Teir taldu enntá orðini og bókstavirnar á hvørjari síðu fyri at tryggja sær, at teir ikki gjørdu nakað mistak. Tá ið teir hildu, at ein feilur var í tí tekstinum, sum teir skuldu skriva av, gjørdu teir eina viðmerking um tað. Teir noktaðu at broyta nakað í bíbliutekstinum. Ein serfrøðingur sigur, at masoretarnir mettu tað at broyta tekstin við vilja sum eitt tað ringasta brotsverkið, mann kundi hugsað sær.

Í dag eru so nógv handrit til, at bíbliugranskarar kunnu brúka tey til at finna út av, um feilir eru komnir í tekstin. Til dømis søgdu átrúnaðarligir leiðarar í fleiri øldir, at latínsku umsetingarnar av Bíbliuni vóru rættar. Men í hesum umsetingunum vóru áðurnevndu orð løgd aftrat í 1. Jóhannesarbrævi 5:7. Hesin feilurin kom enntá við í ensku King James Version, sum nógv fólk høvdu stóra virðing fyri. Men seinni funnu granskarar fleiri sera gomul handrit á ymiskum málum, sum ikki høvdu hesi orðini við. Og av tí sama eru tey ikki við í nýggjari útgávum av King James Version og øðrum bíblium.

Eitt avrit av einum bíbliuhandriti frá umleið ár 200, eftir at Jesus livdi á jørðini

Bíbliuhandritini, sum vit hava í dag, vísa, at Bíblian ikki er broytt. Hvussu tá? Deyðahavsrullurnar vórðu funnar í 1947. Bíbliugranskarar samanbóru masoretiska tekstin við hesi handritini, sum vóru meira enn túsund ár eldri. Ein serfrøðingur segði, at henda samanberingin vísti, at masoretarnir vóru óalmindiliga nærlagdir, tá ið teir skrivaðu bíbliutekstin av. Hetta vísir, at vit kunnu líta á Bíbliuna.

Á einum bókasavni í Írlandi hava tey nøkur sera gomul avrit av pørtum av næstan hvørji einastu bók í Kristnu griksku skriftunum. Nøkur av hesum avritunum eru gjørd umleið 100 ár, eftir at Bíblian varð fullfíggjað. Eitt leksikon sigur, at sjálvt um bíbliuteksturin ofta bleiv avskrivaður, eru broytingarnar sera smáar, og meiningin í tekstinum er tann sama.

Avritini av Hebraisku skriftunum eru meira neyv enn avritini av nøkrum øðrum gomlum handriti

ÚRSLITIÐ: Av tí at tað eru so nógv gomul handrit til, hava vit eina bíbliu í dag, sum vit kunnu líta á. Ein serfrøðingur sigur, at eingin onnur gomul bók er avskrivað so ofta sum Bíblian, og at eingin ivi er um, at boðskapurin, sum vit lesa í Kristnu griksku skriftunum, enn er tann sami. Ein annar serfrøðingur sigur, at tey avritini, vit hava av Hebraisku skriftunum, eru sera nágreiniliga avskrivað. Tey eru meira neyv enn avritini av nøkrum øðrum gomlum handriti.

a Samverski pentateukurin er eitt savn av teimum fyrstu fimm bókunum í Bíbliuni, sum samverjar høvdu góðtikið.

b Fleiri upplýsingar eru at finna í heftinum Bíbliuhandbók á síðunum 1-13. Heftið er at finna á www.pr418.com.