Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

NUMMAR 1

Børn mugu læra at hava sjálvstamarhald

Børn mugu læra at hava sjálvstamarhald

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Viss mann hevur sjálvstamarhald, klárar mann …

  • at bíða eftir at fáa okkurt, sum mann ynskir sær

  • at stýra sær

  • at gera okkurt liðugt, sjálvt um tað ikki er stuttligt

  • at hugsa meira um onnur enn um seg sjálvan

HVÍ ER TAÐ VIKTIGT?

Børn, sum hava sjálvstamarhald, klára at siga nei til okkurt, sjálvt um tey hava hug til tað. Men børn, sum mangla sjálvstamarhald, eru í størri vanda fyri …

  • at blíva aggresiv

  • at fáa tunglyndi

  • at byrja at roykja, drekka ella taka rúsevni

  • at fáa ringar matvanar

Ein kanning vísir, at tað er minni sannlíkt, at børn, sum hava sjálvstamarhald, fáa trupulleikar við heilsuni, tí fíggjarliga ella við at fylgja landsins lógum, tá ið tey blíva vaksin. Henda kanningin fekk Angelu Duckworth professara á University of Pennsylvania at siga: „Sjálvstamarhald er altíð gott.“

HVUSSU KUNNU TIT LÆRA BØRNINI AT HAVA SJÁLVSTAMARHALD?

Tit mugu læra tykkum at siga nei og meina tað.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Sig bara ja, tá ið tú meinar ja, og nei, tá ið tú meinar nei.“ – Matteus 5:37, Nýggi Sáttmálin.

Nøkur børn kunnu finna upp á at skríggja ella gráta fyri at fáa sín vilja, kanska enntá meðan onnur hoyra. Viss foreldrini geva eftir, finnur barnið skjótt út av, at tað er ein snildur máti at broyta eitt nei til eitt ja.

Men viss foreldrini siga nei og meina tað, lærir barnið ein grundleggjandi sannleika: Mann kann ikki altíð fáa tað, sum mann gjarna vil hava. „So løgið tað ljóðar, sær tað út til, at tey, sum hava lært tað, eru meira nøgd,“ skrivar sálarfrøðingurin David Walsh. „Vit gera ikki okkara børnum eina tænastu, viss vit læra tey, at øll rundan um tey altíð fara at servera alt fyri teimum á einum silvurfati.“ a

Viss tit siga nei við børnini nú, verður tað lættari hjá teimum at hava sjálvstamarhald seinni í lívinum – til dømis viss tey verða freistað at taka rúsevni, at hava sex áðrenn hjúnabandið ella okkurt annað skaðiligt.

Tit mugu læra børnini, at alt hevur avleiðingar.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.“ – Galatiabrævið 6:7.

Børn mugu skilja, at tað, sum mann ger, fær avleiðingar. Og viss mann manglar sjálvstamarhald fær tað ringar avleiðingar. Viss sonurin hjá tykkum til dømis lætt verður illur, tíma onnur helst ikki at vera saman við honum. Men viss hann hinvegin lærir at stýra sær, tá ið hann verður provokeraður – ella at bíða heldur enn at bróta onnur av – vilja tey gjarna vera saman við honum. Tað er gott at læra børnini, at tað fer at gangast teimum betur, tá ið tey hava sjálvstamarhald.

Tit mugu læra børnini at raðfesta.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Dømið um, hvat beinast er.’ – Filippibrævið 1:10.

Sjálvstamarhald hjálpir okkum at lata vera við at gera nakað skeivt, men tað hjálpir okkum eisini at gera nakað, sum vit kanska ikki hava hug til, men sum vit noyðast at gera. Børn mugu læra at raðfesta og gera tað viktigasta fyrst, sum til dømis at gera skúlating, áðrenn tey fara at spæla.

Tit mugu vera góðar fyrimyndir.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Eg havi givið tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum.“ – Jóhannes 13:15.

Børnini leggja merki til, hvussu tit reagera, tá ið tit verða frustreraði. So tit hava møguleika at vísa, at tað gongur betur, tá ið mann hevur sjálvstamarhald. Viss tit til dømis eru um at missa tolið við børnunum, verða tit so ill, ella klára tit at stýra tykkum?

a Úr bókini No: Why Kidsof All AgesNeed to Hear It and Ways Parents Can Say It.