Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Klistruta slímið hjá sniglinum

Klistruta slímið hjá sniglinum

Skurðlæknar hava leingi havt tørv á einum nýggjum lími til skurð- og sárviðgerðir. Nógv límsløg, sum verða brúkt í løtuni, kunnu ikki brúkast innvortis. Tey eru eitrandi, tey blíva stív, tá ið tey torna, og tey klepra ikki á vátum vevnaði. Granskarar hava kannað slímið hjá einum snigli * og funnið út av, hvussu hesir trupulleikar kunnu loysast.

Hugsa um hetta: Tá ið snigilin følir seg hóttan, úrskilur hann slím, sum er so klistrut, at hann kann sita fastur á einum vátum blaði. Hetta verjir snigilin, og slímið er samstundis so elastiskt, at hann fær rørt seg.

Granskarar hava kannað sniglaslímið og funnið út av, at nakað av tí, sum ger, at tað virkar so væl, er kemisk bindievni og elektrostatisk atdráttarmegi. Slímið treingir niður í ta yvirflatuna, sum snigilin setur seg á, og tað gevur seg, tá ið tað verður belastað. Granskarar hava brúkt hesa vitanina og hava framleitt eitt lím, sum hevur somu eginleikar sum sniglaslím. Tað er nógv sterkari enn tey límsløgini, sum læknar brúka í løtuni, og tað kann festa seg á gøgn. Sagt verður, at tað festir seg „líka væl á gøgn sum brósk á beinagrind“.

Serfrøðingar halda, at skurðlæknar fara at brúka hetta límið heldur enn pentur og sárklemmur. Límið kann brúkast til at reparera brósk og til at festa medisinska útgerð, akkurát har hon skal vera í kroppinum. Royndir hava longu víst, at hetta límið riggar væl til at tetta hol í einum grísahjarta og í rottulivrum.

Granskarar finna ofta góðar loysnir á vanligum trupulleikum, tá ið teir kanna náttúruna. „Tað snýr seg um at vita, hvar mann skal leita og at duga at síggja møguleikar í tí, mann sær,“ sigur Donald Ingber, leiðari á tí stovninum, sum hevur framleitt tað syntetiska límið.

Hvat heldur tú? Er límið í slíminum hjá sniglinum komið av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?

^ par. 1 Latínska navnið er Arion subfuscus.