Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Slímið hjá slímállinum

Slímið hjá slímállinum

Granskarar hava leingi verið hugtiknir av gelkenda slíminum, ella hydrogelinum, sum slímállurin ger. Hví eru teir so áhugaðir í tí? Slímið hjá slímállinum sigst at vera eitt tað „bleytasta og mest elastiska lívfrøðiliga tilfarið, sum vit kenna“.

Hugsa um hetta: Slímállurin er ein álllíknandi fiskur, sum livir á havbotninum. Tá ið ein rovfiskur leggur eftir honum, sprænir hann eitt slag av vætu úr nøkrum serligum kertlum. Í hesi vætuni eru nøkur slímframleiðandi protein og túsundtals langar tægrar av øðrum proteinum. Hesi proteinini gera til samans, at vatnið rundan um slímállin blívur til sogt slím. Slímið tippir táknirnar á rovfiskinum, so hann sleppur slímállinum og flýggjar.

Slímið hjá slímállinum er nakað heilt serligt. Hvør proteintægr í slíminum er ikki tjúkkari enn ein hundraðpartur av einum mannahári og er upp í tíggju ferðir sterkari enn nylon. Tá ið blandingin av slími og proteintægrum kemur í samband við sjógv, fær hon ein struktur, sum minnir um eina ógvuliga fína, trídimensionella sílu. Hesin struktururin kann binda eina mongd av vatni at sær, sum er 26.000 ferðir tyngri enn struktururin sjálvur. Faktiskt er slímið næstan bara vatn!

Granskarar hava ikki verið førir fyri at eftirgera slímið hjá slímállinum. Ein granskari sigur, at „hetta natúrliga fyribrigdið er alt ov komplekst“. Men teir ætla at eftirgera proteintægrarnar við at ílegutillaga bakteriur. Teir miða eftir at framleiða eitt tilfar, sum er lætt, slitsterkt, elastiskt og lívfrøðiliga niðurbrótiligt. Syntetiskar proteintægrar kundu verið brúktar til at framleiða burðardygt tilfar til klædna- og heilivágsídnaðin. Tað sær út til, at møguleikarnir eru nógvir.

Hvat heldur tú? Er kompleksi struktururin í slíminum hjá slímállinum komin av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?