Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Ótrúligi armurin hjá høgguslokkinum

Ótrúligi armurin hjá høgguslokkinum

Verkfrøðingar, sum arbeiða við robotttøkni, menna útgerð til at hjálpa læknum at skurðviðgera støð í kroppinum, sum eru ring at sleppa framat, soleiðis at skurðurin kann minkast munandi. Eitt stórt framstig innan hetta økið hevur fingið íblástur frá sera liðiliga arminum hjá høgguslokkinum.

Hugsa um hetta: Høgguslokkurin kann taka, halda og kroysta lutir við sínum átta toyggiligu og liðiligu ørmum, sjálvt har sum trongt er. Høgguslokkurin er ikki bara førur fyri at snara ørmunum í allar ættir, hann kann eisini gera ymsar partar av ørmunum stívar, tá ið hann hevur brúk fyri tí.

Granskarar halda, at ein líknandi bleytur og liðiligur robottarmur hevði verið sera nyttuligur í sambandi við heilt smá skurðinntriv. Ein slík útgerð hevði gjørt tað meira einfalt at skurðviðgera sjúklingar, sum annars skuldu havt eina størri og meira torgreidda skurðviðgerð.

Hygg, hvussu liðiligir armarnir hjá høgguslokkinum eru

Ein sovorðin robottarmur er longu framleiddur og verður brúktur í simuleraðum skurðviðgerðum. Ein partur av 135 millimetra langa arminum kann lyfta og halda bleytum gøgnum í kroppinum uttan at skaða tey, meðan ein annar partur útinnir sjálva skurðviðgerðina. Tommaso Ranzani, sum hevur verið við til at menna útgerðina, sigur: „Vit rokna við, at henda skipanin verður byrjanin til nýggjari og betri útgávur við uppaftur fleiri møguleikum.“

Ein bleytur og liðiligur robottarmur hevði verið sera nyttuligur í sambandi við skurðviðgerð

Hvat heldur tú? Er ótrúligi armurin hjá høgguslokkinum komin av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?