Far beinleiðis til innihaldið

Eg orki ikki at liva longur – kann Bíblian hjálpa mær, tá ið eg havi sjálvmorðstankar?

Eg orki ikki at liva longur – kann Bíblian hjálpa mær, tá ið eg havi sjálvmorðstankar?

Bíblian svarar

 Ja! Tí Bíblian er frá Gudi, „sum troystar tey, ið niðurboygd eru“. (2. Korintbræv 7:6) Hóast Bíblian ikki er ein læknabók um sálarliga sjúku, hevur hon hjálpt nógvum at fáa bilbugt við tankan um at gera enda á sær sjálvum. Við sínum skilagóðu ráðum kann hon eisini hjálpa tær.

 Hvørji skilagóð ráð gevur Bíblian?

  • Fortel øðrum, hvussu tú hevur tað

     Bíblian sigur: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ – Orðtøkini 17:17.

     Týdningur: Okkum tørvar hjálp frá øðrum, tá ið tankarnir pína okkum.

     Sigur tú ikki øðrum frá, hvussu tú hevur tað, kunnu tær negativu kenslurnar taka ræðið. Men setur tú orð á kenslurnar, fært tú tað kanska eitt sindur betri og klárar at síggja støðuna við øðrum eygum.

     Royn hetta: Tosa við onkran í dag, kanska ein í familjuni ella ein góðan vin. a Tú kanst eisini seta orð á, hvussu tú hevur tað, við at skriva tað niður.

  • Fá professionella hjálp

     Bíblian sigur: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!“ – Matteus 9:12.

     Týdningur: Vit skulu fara til lækna, tá ið vit eru sjúk.

     Sjálvmorðstankar kunnu vera tekin um sálarliga sjúku, ella at mann er kensluliga illa fyri. Eins og tað ikki er nøkur skomm at vera kropsliga sjúkur, er tað heldur eingin skomm at vera sálarliga sjúkur. Sálarligar sjúkur og kenslulig sár kunnu viðgerast.

     Royn hetta: Fá sum skjótast ein dugnaligan lækna at hjálpa tær.

  • Minst til, at Gud leggur í teg

     Bíblian sigur: „Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir smápeningar! Og ikki ein teirra er gloymdur hjá Gudi. ... Óttist ikki! Tit eru meiri verdir enn nógvir spurvar.“ – Lukas 12:6, 7.

     Týdningur: Tú ert dýrabarur í Guds eygum.

     Tú følir teg kanska púra einsamallan, men Gud sær, hvussu ringt tú hevur tað. Hann er góður við teg, eisini tá ið tú følir, at tú ikki hevur hug at liva longur. „Sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud,“ sigur Sálmur 51:19. Gud vil, at tú skalt liva, tí hann elskar teg.

     Royn hetta: Kanna prógv í Bíbliuni um, at Gud elskar teg. Les til dømis kapittul 24 í bókini Kom nær til Jehova.

  • Bið til Gud

     Bíblian sigur: „Kastið alla sorg tykkara á [Gud]! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ – 1. Pætursbræv 5:7.

     Týdningur: Gud vil, at tú opið og ærliga skalt fortelja honum, hvat ið plágar teg, uttan mun til hvat tað er.

     Gud kann bæði geva tær frið í sinnið og styrki til at klára støðuna, tú ert í. (Filippibrævið 4:6, 7, 13) Soleiðis hjálpir hann teimum, ið biðja inniliga til hansara. – Sálmur 55:23.

     Royn hetta: Bið til Gud í dag. Brúka hansara navn, Jehova, og sig honum, hvat tú følir. (Sálmur 83:19) Bið hann hjálpa tær at halda út.

  • Hugsa um vónina, sum Bíblian gevur um framtíðina

     Bíblian sigur: „Vónin er eins og akker fyri sál okkara, sum er trygt og fast.“ – Hebrearabrævið 6:19, Nýggi Sáttmálin.

     Týdningur: Tínar kenslur kunnu bólta upp og niður sum eitt skip í illveðri, men vónin, sum Bíblian gevur, kann fáa tær aftur í rættlag.

     Tann vónin er ikki bara ynskishugsan, nei, hon er grundað á, at Gud hevur lovað at beina fyri øllum tí, sum pínir okkum. – Opinberingin 21:4.

     Royn hetta: Fá meira at vita um vónina, sum Bíblian gevur, við at lesa 5. part í heftinum Góð tíðindi frá Gudi.

  • Ger okkurt, sum tær dámar at gera

     Bíblian sigur: „Glatt hjarta gevur góða heilsubót.“ – Orðtøkini 17:22.

     Týdningur: Gera vit nakað, sum gevur gleði, kunnu vit fáa tað betri sálarliga og kensluliga.

     Royn hetta: Ger okkurt, sum tær vanliga dámar at gera. Lurta til dømis eftir góðum tónleiki, les okkurt upplívandi, ella far í holt við eitt ítriv. Tú verður eisini glaðari, tá ið tú hjálpir øðrum, um tað so bara er við onkrum smávegis. – Ápostlasøgan 20:35.

  • Hugsa um tína likamligu heilsu

     Bíblian sigur: „Hin likamliga venjingin er nyttulig.“ – 1. Timoteusarbræv 4:8.

     Týdningur: Vit hava gott av at røra okkum, fáa nóg nógvan svøvn og eta heilsugóðan mat.

     Royn hetta: Gakk ein túr, um tað so bara er í 15 minuttir.

  • Minst til, at bæði kenslur og annað í lívinum broytist

     Bíblian sigur: „Tit ... vita ikki, hvat í morgin fer at henda!“ – Jákupsbrævið 4:14.

     Týdningur: Ein ringur trupulleiki – eisini ein sum tú følir ikki kann loysast – er allarhelst ikki varandi.

     Hvussu troystarleys støðan enn kann tykjast í dag, so kann hon vera øðrvísi í morgin. Royn tí at finna onkran máta at koma ígjøgnum tað. (2. Korintbræv 4:8) Ringa støðan, sum tú ert í, broytist allarhelst, tá ið ein tíð er farin, men eitt sjálvmorð fært tú ikki broytt.

     Royn hetta: Les frásøgur í Bíbliuni um menniskju, ið vóru so mótfallin, at tey bara ynsktu at doyggja, so sært tú, hvussu lívið hjá teimum at enda broyttist og batnaði – ofta á ein hátt, sum tey als ikki høvdu hugsað sær. Her koma nøkur dømi.

 Fortelur Bíblian um menniskju, sum ynsktu at doyggja?

 Ja. Bíblian fortelur okkum um nøkur, sum í roynd og veru søgdu: „Eg orki ikki at liva longur.“ Gud hevði ikki at teimum, men hjálpti teimum. Hann kann gera tað sama fyri teg.

Elias

  •  Hvør var hann? Elias var ein djarvur profetur. Men viðhvørt misti hann eisini mótið. „Elias var menniskja undir somu korum sum vit,“ sigur Jákupsbrævið 5:17.

  •  Hví orkaði hann ikki at liva longur? Í einum føri kendi hann seg bæði einsamallan, bangnan og nyttuleysan. Hann vendi sær tí til Jehova og bønaði hann: „Tak nú lív mítt, HARRI.“ – 1. Kongabók 19:4.

  •  Hvat hjálpti honum? Elias fortaldi Gudi akkurát, hvussu hann hevði tað. Hvussu hjálpti Gud honum? Gud hevði umsorgan fyri Eliasi og vísti honum sína stóru megi. Hann vissaði Elias um, at enn var brúk fyri honum, og gav honum eisini ein hjálparmann, sum bæði var umhugsin og dugnaligur.

  •  Les um Elias: 1. Kongabók 19:2-18.

Job

  •  Hvør var hann? Job var ein ríkur familjumaður, sum trúfastur tænti hinum sanna Gudi.

  •  Hví orkaði hann ikki at liva longur? Alt lívið hjá Job tók knappliga eina syndarliga vend. Hann misti allar sínar ognir. Øll børnini hjá honum doyðu í einari vanlukku. Hann fekk eina ræðuliga sjúku. Og at enda varð hann eisini av órøttum ákærdur fyri sjálvur at vera atvoldin til trupulleikarnar. Job segði: „Eg vamlist við lívið; eg vil ikki liva longur.“ – Job 7:16, New World Translation.

  •  Hvat hjálpti honum? Job bað til Gud og tosaði við onnur. (Job 10:1-3) Hann fekk troyst frá vinmanninum, Elihu, sum vísti honum samkenslu og hjálpti honum at síggja støðuna í røttum samanhangi. Fram um alt tók Job ímóti hjálpini, sum Gud gav honum.

  •  Les um Job: Job 1:1-3, 13-22; 2:7; 3:1-13; 36:1-7; 38:1-3; 42:1, 2, 10-13.

Móses

  •  Hvør var hann? Móses var leiðari í tí gamla Ísrael og ein trúfastur profetur.

  •  Hví orkaði hann ikki at liva longur? Móses hevði eina ómetaliga stóra arbeiðsbyrðu, fólk funnust at honum í heilum, og hann kendi seg púra útlúgvaðan. Tí rópti hann til Gud: „Drep meg.“ – 4. Mósebók 11:11, 15.

  •  Hvat hjálpti honum? Móses fortaldi Gudi, hvussu hann hevði tað. Gud hjálpti Mósesi at minka um arbeiðsbyrðuna fyri at lætta um trýstið.

  •  Les um Móses: 4. Mósebók 11:4-6, 10-17.

a Hevur tú álvarsamar sjálvmorðstankar, og eingin av tínum nærmastu er at tosa við beint nú, mást tú ringja til eina telefonlinju, sum veitir kreppuhjálp, ella til eitt bráðhjálparnummar.