Far beinleiðis til innihaldið

Loyvir Bíblian, at menn hava fleiri konur?

Loyvir Bíblian, at menn hava fleiri konur?

Bíblian svarar

 Í eina tíð loyvdi Gud, at ein maður hevði fleiri konur. (1. Mósebók 4:19; 16:1-4; 29:18-29) Men tað var ikki Gud, sum setti slík hjúnaløg á stovn. Hann gav bara Ádami eina konu.

 Gud gav Jesusi myndugleika at áseta upprunaliga normin fyri hjúnalag av nýggjum, sum var, at mann bert skuldi hava ein maka. (Jóhannes 8:28) Tá ið Jesus varð spurdur um hjúnalagið, svaraði hann: „Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu og segði: ’Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!’“ – Matteus 19:4, 5.

 Seinni læt Gud ein av lærisveinunum hjá Jesusi skriva: „Hvør maður [havi] sína egnu konu, og hvør kvinna sín egna mann.“ (1. Korintbræv 7:2) Bíblian sigur eisini, at ein giftur maður, sum fær serliga ábyrgd í samkomuni, skal vera „maður einar kvinnu“. – 1. Timoteusarbræv 3:2, 12.