Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er dópur?

Hvat er dópur?

Bíblian svarar

 Dópur merkir, at ein persónur verður koyrdur heilt undir vatn. a Í Bíbliuni lesa vit um fleiri fólk, sum blivu doypt. (Ápostlasøgan 2:41) Ein av teimum var Jesus. Hann bleiv doyptur í Jordanánni. (Matteus 3:13, 16) Vit lesa eisini um ein etiopiskan hirðmann, sum fór „niður í vatnið“, tá ið hann skuldi doypast. – Ápostlasøgan 8:36-40.

 Jesus segði, at tey, sum vildu fylgja honum, skuldu lata seg doypa. (Matteus 28:19, 20) Og tað segði Pætur ápostul eisini. – 1. Pætursbræv 3:21.

Í hesi greinini:

 Hvat ber tað í sær at blíva doyptur?

 Tá ið mann verður doyptur, vísir mann øðrum, at mann hevur angrað sínar syndir og lovað Gudi at gera hansara vilja, líkamikið hvat hendir. Og tað ber í sær, at mann fylgir tí, sum Gud og Jesus siga, restina av lívinum. Tey, sum blíva doypt, byrja at fylgja eini lívsleið, sum førir til ævigt lív.

 Tá ið mann letur seg doypa, hevur mann gjørt nógvar broytingar í lívinum, og tað er dópurin ein góð mynd upp á. Hvussu tá? Bíblian samanber dóp við tað at verða jarðaður. (Rómbrævið 6:4; Kolossebrævið 2:12) Tá ið mann fer heilt undir vatn, doyr mann so at siga burtur frá síni gomlu persónligheit og lívsførslu. Tá ið mann kemur upp úr aftur vatninum, byrjar mann sítt nýggja lív sum kristin.

 Hvat sigur Bíblian um barnadóp?

 Siðurin at doypa pinkubørn kemur ikki úr Bíbliuni. Faktiskt samsvarar tað ikki við tað, sum Bíblian lærir, tí hon sigur, at tey, sum blíva doypt, mugu liva upp til ymisk krøv. Til dømis mugu vit skilja grundlærdómarnar í Bíbliuni og fylgja tí, sum hon lærir. Vit mugu eisini angra okkara syndir. Og vit mugu biðja til Gud og lova honum, at vit vilja tæna honum restina av lívinum. (Ápostlasøgan 2:38, 41; 8:12) Tað kann eitt pinkubarn ikki gera.

 Hvat ber tað í sær at blíva doyptur í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans?

 Jesus segði við lærisveinarnar hjá sær: „Gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum!“ (Matteus 28:19, 20) Orðingin „til navn“ ella „í navni“ merkir, at tann, sum blívur doyptur, skilur og góðtekur myndugleikan, sum faðirin og sonurin hava, og eisini tann leiklutin, sum Guds heilagi andi hevur. Hvussu kunnu vit siga tað? Vit kunnu taka eitt dømi. Tá ið Pætur ápostul grøddi ein mann, sum hevði verið lamin alt lívið, segði hann: „Í navni Jesu Krists, Nazarearans – reis teg og gakk!“ (Ápostlasøgan 3:6) Tað segði hann fyri at vísa, at hann viðurkendi myndugleikan hjá Jesusi, og fyri at vísa, at tað var Jesus, sum í veruleikanum gjørdi undrið.

  •   „Faðirin“ er Jehova b Gud. Hann hevur skapt alt, givið okkum lívið, og hann er alvaldur. So hann hevur hægsta myndugleikan. – 1. Mósebók 17:1; Opinberingin 4:11.

  •   „Sonurin“ er Jesus Kristus, sum gav sítt lív fyri okkum. (Rómbrævið 6:23) Vit mugu skilja og viðurkenna tann týðandi leiklutin, hann hevur í sambandi við ta framtíðina, sum Gud ætlar at geva menniskjunum. Annars kunnu vit ikki blíva frelst. – Jóhannes 14:6; 20:31; Ápostlasøgan 4:8-12.

  •   „Heilagi andin“ er Guds virksama kraft. c Gud brúkti sín heilaga anda, tá ið hann skapti alheimin og alt lív, gav profetum og øðrum ymiskar boðskapir og gav teimum styrki til at gera hansara vilja. (1. Mósebók 1:2; Job 33:4; Rómbrævið 15:18, 19) Gud brúkti eisini heilaga andan, tá ið hann fekk bíbliuskrivararnar at skriva hansara tankar niður. – 2. Pætursbræv 1:21.

 Er tað skeivt at blíva doyptur fleiri ferðir?

 Tað er ikki óvanligt, at fólk skifta trúgv. Men hvat viss tey longu eru doypt í eini aðrari kirkju? Er tað so skeivt at lata seg doypa umaftur? Tað halda summi, tí Efesusbrævið 4:5 sigur: „Ein Harri, ein trúgv, ein dópur.“ Men tað merkir ikki, at mann bara kann blíva doyptur eina ferð. Hví kunnu vit siga tað?

 Samanhangið. Efesusbrævið 4:5 stendur í einum samanhangi, sum vísir, at Paulus vildi leggja dent á, hvussu viktigt tað var, at tey kristnu vóru sameind í trúnni. (Efesusbrævið 4:1-3, 16) Tað kundu tey bara vera, um tey fylgdu sama harra, altso Jesusi, høvdu somu trúgv, altso skiltu Bíbliuna líka, og fylgdu teimum somu bíbilsku krøvunum fyri dóp.

 Paulus bað nøkur, sum longu vóru doypt, um at lata seg doypa aftur. Tað var tí, tey ikki høvdu eina klára fatan av kristnu trúnni, fyrstu ferð tey blivu doypt. – Ápostlasøgan 19:1-5.

 Dópur, sum Gud góðtekur. Vit mugu skilja Bíbliuna rætt, viss Gud skal góðtaka okkara dóp. (1. Timoteusarbræv 2:3, 4) Viss onkur trýr upp á nakrar lærur, sum ikki samsvara við Bíbliuna, tá ið tey lata seg doypa, kann Gud ikki góðtaka dópin. (Jóhannes 4:23, 24) Viðkomandi, sum bleiv doyptur, helt seg kanska gera tað rætta, men hann bleiv doyptur uttan at hava ta røttu fatanina. (Rómbrævið 10:2) Tað, sum hann má gera, er at finna út av, hvat Bíblian lærir, og fylgja tí. Og so má hann víga sítt lív til Gud og lata seg doypa aftur. Í tí førinum er tað ikki skeivt at lata seg doypa aftur. Tað er tvørturímóti neyðugt.

 Onnur sløg av dópi í Bíbliuni

 Bíblian nevnir eisini onnur sløg av dópi enn tann, sum lærisveinarnir hjá Jesusi blivu doyptir við. Hesi sløgini av dópi hava ein annan týdning. Her eru nøkur dømi.

 Dópurin, sum Jóhannes doypari doypti við. d Jóhannes doypti jødar og onnur, sum høvdu tikið jødisku trúnna til sín. Tann dópurin skuldi vísa, at tey angraðu, at tey ikki høvdu fylgt lógini, sum Gud gav Mósesi. Dópurin, sum Jóhannes doypti við, hjálpti fólki at taka ímóti Jesusi frá Nazaret og viðurkenna, at hann var Messias. – Lukas 1:13-17; 3:2, 3; Ápostlasøgan 19:4.

 Tá ið Jesus bleiv doyptur. Tá ið Jóhannes doypari doypti Jesus, var tað nakað heilt serligt, tí Jesus var fullkomin og hevði ongantíð syndað. (1. Pætursbræv 2:21, 22) So dópurin hjá honum skuldi ikki vísa, at hann angraði sínar syndir ella bað Gud „um góða samvitsku“. (1. Pætursbræv 3:21, Dahl/Viderø) Nei, dópurin vísti, at hann lovaði at gera Guds vilja sum Messias. Tað bar millum annað í sær, at hann skuldi doyggja fyri okkum. – Hebrearabrævið 10:7-10.

 Dópur við heilagum anda. Bæði Jóhannes doypari og Jesus tosaðu um dóp við heilagum anda. (Matteus 3:11; Lukas 3:16; Ápostlasøgan 1:1-5, Dahl/Viderø) Tann dópurin er øðrvísi enn dópur í navni heilaga andans. (Matteus 28:19) Hvussu tá?

 Bara nøkur fá av teimum, sum fylgja Jesusi, verða doypt við heilagum anda. Tey eru salvað við heilagum anda, tí tey eru blivin útvald til at tæna saman við Jesusi í himli sum kongar og prestar yvir jørðini. e (1. Pætursbræv 1:3, 4; Opinberingin 20:6) Tey skulu ráða yvir øllum teimum milliónunum, sum fylgja Jesusi, og sum hava vón um at liva um ævir í einum paradísi á jørðini. – Matteus 5:5; Lukas 23:43.

 Dópur til Jesus og til deyða hansara. Tey, sum eru doypt við heilagum anda, eru eisini ’doypt til Kristus Jesus’. (Rómbrævið 6:3) Tann dópurin er altso galdandi fyri tey, sum eru salvaðir lærisveinar hjá Jesusi, og sum skulu ráða saman við honum í himli. Tá ið tey verða doypt til Jesus, verða tey ein partur av hansara salvaðu samkomu. Hann er høvdið, og tey eru kroppurin. – 1. Korintbræv 12:12, 13, 27; Kolossebrævið 1:18.

 Salvað kristin eru eisini „doypt til deyða [Jesusar]“. (Rómbrævið 6:3, 4) Tey gera sum Jesus og liva fyri at gera Guds vilja, ikki sín egna. Og sum Jesus vita tey, at tey ikki skulu liva í allar ævir á jørðini. Tá ið tey doyggja og rísa upp til lív í himli sum andaskapningar, er hesin ímyndarligi dópurin fullfíggjaður. – Rómbrævið 6:5; 1. Korintbræv 15:42-44.

 Dópur við eldi. Jóhannes doypari segði: „Hann [Jesus] doypir tykkum við eldi og gevur tykkum Heilaga Andan. Hann hevur spakan í hondini og vil rudda treskivøllin. Kornið savnar hann saman í goymsluna, og agnarnar brennur hann í einum eldi, ið aldri sloknar.“ (Matteus 3:11, 12, Nýggi Sáttmálin) At verða doyptur við eldi er ikki tað sama sum at verða doyptur við heilagum anda. Hvussu skulu vit skilja myndataluna hjá Jóhannesi?

 Kornið umboðar tey, sum lurta eftir Jesusi og fylgja tí, sum hann sigur. Tey kunnu verða doypt við heilagum anda. Agnarnar umboða tey, sum ikki vilja lurta eftir Jesusi. Tey verða doypt við eldi, og tað merkir, at tey doyggja og ongantíð sleppa at liva aftur. – Matteus 3:7-12; Lukas 3:16, 17, Nýggi Sáttmálin.

a Grikska orðið fyri „at doypa“ merkir „at fara niður í vatn, verða koyrdur heilt undir vatn og síðani koma upp úr aftur vatninum“ sambært Vine’s Complete Expository Dictionary of Old and New Testament Words.

b Jehova er Guds navn. (Sálmur 83:18, New World Translation) Sí greinina „Hvør er Jehova?

c Sí greinina „Hvat er heilagi andin?

d Sí greinina „Hvem var Johannes Døber?

e Sí greinina „Hvør fer til himmals?