Far beinleiðis til innihaldið

Ber tað til at vita, hvør hevur skrivað Bíbliuna?

Ber tað til at vita, hvør hevur skrivað Bíbliuna?

Bíblian svarar

 Nógv hava fingið at vita, at vit ikki kunnu vera vís í, hvør hevur skrivað Bíbliuna. Men tað stendur ofta í Bíbliuni sjálvari, hvør hevur skrivað hana. Summir partar byrja við orðingum sum „frásøgn Nehemiasar“, ’sjónirnar, ið Esaias sá’ og „orð HARRANS, ið kom til Jóel“. – Nehemias 1:1; Esaias 1:1; Jóel 1:1.

 Flestu bíbliuskrivarar nevndu, at teir umboðaðu Jehova, hin einasta sanna Gud, og at teir vórðu leiddir av honum. Profetarnir, sum skrivaðu Hebraisku skriftirnar, søgdu meira enn 300 ferðir: „So sigur HARRIN.“ (Amos 1:3; Mika 2:3; Nahum 1:12) Aðrir bíbliuskrivarar fingu boðskapin frá Gudi við einglum. – Zakarias 1:7, 9.

 Umleið 40 menn skrivaðu Bíbliuna í einum 1.600 ára longum tíðarskeiði. Summir skrivaðu meira enn eina bók í Bíbliuni. Faktiskt er Bíblian eitt lítið bókasavn við 66 bókum. Í Hebraisku skriftunum, sum nógv rópa Gamla testamenti, eru 39 bøkur, og í Kristnu griksku skriftunum, sum ofta verða róptar Nýggja testamenti, eru 27 bøkur.