Far beinleiðis til innihaldið

Hvør fer í deyðaríkið?

Hvør fer í deyðaríkið?

Bíblian svarar

 Deyðaríkið („sheol “ og „hades “ á upprunamálum Bíbliunnar) er rætt og slætt grøvin hjá allari mannaættini, ikki eitt stað við brennandi pínu. Bæði góð og ónd menniskju fara í deyðaríkið. (Job 14:13; Sálmur 9:18) Bíblian sigur, at deyðaríkið er ’bústaðurin, har alt livandi savnast’. – Job 30:23.

 Sjálvt Jesus fór í deyðaríkið, tá ið hann doyði. Men hann varð ikki „latin eftir í deyðaríkinum“, tí Gud reisti hann upp frá deyðum. – Ápostlasøgan 2:31, 32.

Fer deyðaríkið altíð at vera til?

 Øll, sum eru í deyðaríkinum, koma fram aftur, tí Jesus fer at reisa tey upp frá deyðum við kraft frá Gudi. (Jóhannes 5:28, 29; Ápostlasøgan 24:15) Um uppreisnina, sum verður í framtíðini, sigur Opinberingin 20:13: „Deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru.“ Tá ið eingin er eftir í deyðaríkinum, verður tað ikki til longur; eingin fer nakrantíð aftur í deyðaríkið, tí „deyðin skal ikki vera longur“. – Opinberingin 21:3, 4; 20:14.

 Men ikki øll, sum doyggja, fara í deyðaríkið. Bíblian sigur, at summi eru blivin so ónd, at tey ongantíð broyta seg. (Hebrearabrævið 10:26, 27) Tá ið tey doyggja, fara tey ikki í deyðaríkið, men í Gehenna, sum ímyndar æviga burturbeining. (Matteus 5:29, 30, New World Translation) Til dømis segði Jesus, at summir av følsku trúarleiðarunum á hansara døgum skuldu í Gehenna. – Matteus 23:27-33, New World Translation.