Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er Harmageddonkríggið?

Hvat er Harmageddonkríggið?

Bíblian svarar

 Harmageddonkríggið vísir til endaliga bardagan millum ríkisstjórnir á jørðini og Gud. Ríkisstjórnirnar og tey, sum stuðla teimum, seta seg longu nú upp ímóti Gudi við at nokta at leggja seg undir hansara stýri. (Sálmur 2:2) Harmageddonkríggið fer at gera enda á øllum mannastýri. – Dániel 2:44.

 Orðið „Harmageddon“ stendur bara eina ferð í Bíbliuni, í Opinberingini 16:16. Og har verður sagt profetiskt, at „á staðnum, ið á hebraiskum eitur Harmageddon“, skulu kongarnir „á øllum jarðarríki“ savnast „saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda“. – Opinberingin 16:14.

 Hvør skal berjast í Harmageddon? Jesus fer at leiða ein himmalskan her, sum fer at sigra á Guds fíggindum. (Opinberingin 19:11-16, 19-21) Hesir fíggindarnir eru millum annað tey, sum vanvirða Gud og seta seg upp ímóti hansara myndugleika. – Ezekiel 39:7.

 Verður Harmageddonkríggið í Miðeystri? Nei. Harmageddonkríggið verður ikki bara í einum avmarkaðum øki, men á allari jørðini. – Jeremias 25:32-34; Ezekiel 39:17-20.

 Harmageddon (hebraiskt Har Meghiddohnʹ) merkir „Megiddofjall“. Megiddo var ein býur í tí økinum, sum hoyrdi til fortíðar Ísrael. Søgan sigur frá nógvum avgerandi bardøgum nærindis hesum býnum, og summir av teimum eru umrøddir í Bíbliuni. (Dómararnir 5:19, 20; 2. Kongabók 9:27; 23:29) Harmageddon kann kortini ikki vísa til eitt bókstavligt øki nærindis fortíðar Megiddo. Har er einki stórt fjall, og sjálvt á Jizre’elslættanum nærindis hevði ikki verið pláss fyri øllum teimum, sum skulu berjast ímóti Gudi. Nei, Harmageddon er tann støðan, sum tekur seg upp, tá ið heimsins tjóðir savnast til seinasta stríðið ímóti Guds harradømi.

 Hvussu fara viðurskiftini at vera undir Harmageddonkrígnum? Vit vita ikki, hvussu Gud fer at brúka sína kraft, men hann hevur nøkur vápn, sum hann hevur brúkt fyrr, eitt nú hegling, jarðskjálvtar, glopraregn, eld og svávul, snarljós og sjúku. (Job 38:22, 23; Ezekiel 38:19, 22; Habakkuk 3:10, 11; Zakarias 14:12) Summir av Guds fíggindum fara at drepa hvønn annan í øllum hurlivasanum. Men at enda mugu teir kortini sanna, at tað er Gud, sum berjist ímóti teimum. – Ezekiel 38:21, 23; Zakarias 14:13.

 Er Harmageddon tað sama sum heimsins endi? Harmageddon merkir ikki, at jørðin fer at ganga undir, tí hon er æviga heimið hjá menniskjum. (Sálmur 37:29; 96:10; Prædikarin 1:4) Mannaættin verður ikki gjørd til einkis. Menniskju verða tvørturímóti bjargað, tí ein ’stórur skari’ av Guds tænarum fer at yvirliva Harmageddon. – Opinberingin 7:9, 14; Sálmur 37:34.

 Umframt at vísa til jørðina, vísir orðið ’heimur’ viðhvørt til tað ónda mannasamfelagið, sum hevur vent Gudi bakið. (1. Jóhannesarbræv 2:15-17) Og tað er í tí merkingini, at Harmageddon er tað sama sum heimsins endi. – Matteus 24:3, Dahl/Viderø.

 Nær kemur Harmageddon? Tá ið Jesus tosaði um ta stóru trongdina, sum endar við Harmageddonkrígnum, segði hann: „Tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.“ (Matteus 24:21, 36) Men Bíblian vísir kortini, at Harmageddon skuldi koma, eftir at Jesus var komin aftur ósjónliga, og tað gjørdi hann í 1914. – Matteus 24:37-39.