Far beinleiðis til innihaldið

Eitur Gud Jesus?

Eitur Gud Jesus?

Bíblian svarar

 Jesus segði sjálvur, at hann var „Sonur Guds“. (Jóhannes 10:36) Jesus segði ongantíð, at hann var hin alvaldi Gud.

 Haraftrat bað Jesus til Gud. (Matteus 26:39) Og tá ið hann lærdi lærisveinarnar at biðja til Gud, segði hann: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!“ – Matteus 6:9.

 Jesus vísti á Guds navn, tá ið hann endurgav eitt brot úr Fimtu Mósebók: „Hoyr, Ísrael! Harrin a Gud okkara, Harrin er Ein.“ – Markus 12:29; 5. Mósebók 6:4.

a Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve.