Far beinleiðis til innihaldið

Er tað avgjørt, nær vit skulu doyggja?

Er tað avgjørt, nær vit skulu doyggja?

Bíblian svarar

 Nei, tað er ikki avgjørt, nær vit skulu doyggja. Bíblian tekur ikki undir við lagnutrúnni, hon sigur, at „tíð og tilvild“ ofta ræður fyri, nær vit doyggja. – Prædikarin 9:11, Dahl/Viderø.

Sigur Bíblian ikki, at deyðin „hevur tíð sína“?

 Jú, í Prædikaranum 3:2 stendur: „At verða føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína; at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað, ið plantað er, hevur tíð sína.“ Kortini vísir samanhangið, at Bíblian her tosar um alt tað vanliga, sum er afturvendandi í lívinum. (Prædikarin 3:1-8) Akkurát sum Gud ikki fer at noyða ein bónda at planta eina ávísa tíð, fer hann heldur ikki at gera av, nær hvør einstakur av okkum skal doyggja. Meiningin er heldur tann, at vit skulu ansa eftir ikki at verða so upptikin av tí gerandisliga, at vit gloyma skaparan. –  Prædikarin 3:11; 12:1, 13.

Tað ber til at leingja um lívið

 Hóast tað ikki altíð gongur sum ætlað, kunnu vit ofta liva longur, um vit taka skilagóðar avgerðir. Bíblian sigur: „Læra hins vísa er kelda lívsins; við henni sleppur ein undan snerrum deyðans.“ (Orðtøkini 13:14) Somuleiðis segði Móses við ísraelsmenn, at ’dagar teirra skuldu verða mangir’, um teir aktaðu eftir Guds boðum. (5. Mósebók 6:2) Hinvegin kunnu vit stytta lívið við at bera okkum illa ella býttisliga at. –  Prædikarin 7:17.

 Uttan mun til, hvussu klók ella varin vit eru, sleppa vit tó ikki undan at doyggja. (Rómbrævið 5:12) Men tað verður øðrvísi, tí Bíblian boðar frá eini tíð, har ’deyðin ikki skal vera longur’. – Opinberingin 21:4.