Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR

Hvussu kanst tú geva børnunum ráð og leiðbeining?

Hvussu kanst tú geva børnunum ráð og leiðbeining?

 Hvat skalt tú vita?

Í summum mentanum eru børn tætt knýtt at foreldrunum og biðja tey um ráð, tá ið okkurt er. Í øðrum mentanum er tað meira vanligt, at børn bara spyrja onnur børn um ráð.

Eru børn von at spyrja onnur børn um ráð, leggja tey kanska so við og við minni í, hvat foreldrini ráða teimum til. Og tá ið børnini so gerast tannáringar, føla foreldrini kanska, at tey púra hava mist takið á børnunum. Men er tað so løgið? Tá ið børn eru so nógv saman við øðrum børnum, verða tey so at siga uppald av hvørjum øðrum heldur enn av foreldrunum.

Hví verða børn ofta tættari knýtt at sínum javnaldrum enn at foreldrunum? Hugsa um hetta:

  • Skúlin. Tá ið børn eru mest saman við øðrum børnum, verða tey knýtt at hvørjum øðrum og vilja kanska heldur verða góðkend av sínum javnaldrum enn av foreldrunum. Og tann kenslan verður kanska uppaftur sterkari, tá ið tey verða tannáringar.

    Børn eiga at leggja meira í at fáa góðkenning frá foreldrunum enn frá skúlafelagum

  • Minni tíð saman. Í nógvum familjum er eingin inni, tá ið børnini koma úr skúlanum, kanska tí foreldrini eru til arbeiðis.

  • Ungdómsmentan. Tá ið børnini verða tannáringar, verða tey fløkt inn í eina ungdómsmentan, sum hevur sínar egnu reglur um, hvussu mann til dømis eigur at vera ílatin, tosa og bera seg at. Tað hevur ofta størri týdning, hvat onnur ung halda um tey, enn hvat foreldrini halda.

  • Marknaðarføring. Fyritøkur framleiða nógvar vørur og nógv undirhald, sum bara er ætlað ungum. Soleiðis verður gjógvin millum foreldrini og tey ungu uppaftur størri. „Viss ið ungdómsmentanin hvarv,“ skrivar sálarfrøðingurin, Robert Epstein, „høvdu nógvar av hesum milliardafyritøkunum farið á heysin alt fyri eitt.“ *

 Hvat kanst tú gera?

  • Hav tætt samband við barnið hjá tær

    Bíblian sigur: „Hesi orð, sum eg í dag áleggi tær, skalt tú goyma í hjartanum; tú skalt prenta tey inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp.“ – 5. Mósebók 6:6, 7.

    Tað er sjálvandi gott, at børn hava vinir á sama aldri, men teir mugu ongantíð yvirtaka tín leiklut sum foreldur. Tað góða er, at sambært serfrøðingum hava flest børn og ung virðing fyri sínum foreldrum og vilja fegin gleða tey og gera tey stolt. Syrgir tú fyri at hava tætt samband við børnini hjá tær, hevur tú størri ávirkan á tey, enn javnaldrarnir hava.

    „Tú mást brúka tíð saman við børnunum, so tit eru saman um tað dagliga, til dømis matgerð, reingerð og skúlating. Ger okkurt stuttligt saman – spæl spøl, hygg at einum filmi ella sjónvarpi. Hugsa ikki, at tað bara snýr seg um at brúka ’dygdartíð’ saman við børnunum – nakrar tímar her og har. Mongdin hevur størri týdning enn dygdin!“ – Lorraine.

  • Tryggja tær, at børnini eisini hava aðrar vinir enn sínar javnaldrar

    Bíblian sigur: „Dárskapur situr fastur í hjarta hins unga.“ – Orðtøkini 22:15.

    Summi foreldur eru nøgd, tá ið tey síggja, at barnið hevur nógvar javnaldrandi vinir. Men fyri at búnast hevur eitt barn brúk fyri vinum í ymiskum aldri. Javnaldrar duga ikki at geva tey ráðini, sum ung hava brúk fyri – tað duga góð foreldur nógv betur.

    „Javnaldrandi vinir hjá einum barni hava kanska eina ávísa vitan, men teir hava ikki tær royndirnar og tann vísdómin, ið skal til fyri at hjálpa ungum at taka tær bestu avgerðirnar. Tá ið ung gera, sum foreldrini læra tey, búnast tey í samsvari við sín aldur.“ – Nadia.

  • Gev góða leiðbeining

    Bíblian sigur: „Kom saman við vís, og tú verður vísur!“ – Orðtøkini 13:20.

    Eisini tá ið børnini verða eldri, hava tey stóra nyttu av at brúka tíð saman við tær. Ver tí ein góð fyrimynd.

    „Tær týdningarmestu fyrimyndirnar hjá børnunum eru foreldrini. Tá ið børn læra at vera góð við og virða síni foreldur, fáa tey hug at líkjast teimum, tá ið tey verða vaksin.“ – Katherine.

^ par. 7 Úr bókini Teen 2.0 – Saving Our Children and Families From the Torment of Adolescence.