Far beinleiðis til innihaldið

KANNA BÍBLIUNA SAMAN VIÐ EINUM JEHOVA VITNI

Eitt gott lív nú og í allar ævir

Hetta ókeypis bíbliuskeiðið svarar spurningum sum hesum:

  • Hvussu kann eg fáa eitt gott lív?

  • Fáa óndskapur, sorg og pína nakrantíð ein enda?

  • Sleppi eg at síggja míni kæru aftur?

  • Er Gud góður við meg?

  • Hvussu kann eg biðja, so Gud hoyrir meg?

Ókeypis

Bæði skeiðið og lestrartilfarið Eitt gott lív nú og í allar ævir eru ókeypis. Tú kanst eisini fáa eina bíbliu, um tú ikki eigur eina.

Tíð og stað

Tú og eitt Jehova vitni kunnu hittast persónliga ella á netinum – nær sum helst og hvar sum helst.

Ikki bindandi

Tú bindur teg ikki til nakað og kanst gevast, tá ið tú vilt.

Hvussu gongur bíbliuskeiðið fyri seg?

Tú og eitt Jehova vitni fara at kanna ymisk evni í Bíbliuni saman. Lestrartilfarið Eitt gott lív nú og í allar ævir hjálpir tær at skilja boðskapin í Bíbliuni, og hvussu hann kann gagna tær. Tú fært meira at vita, um tú hyggur at videonum ella lesur svarini til nakrar vanligar spurningar um skeiðið.

Vilt tú hava ein brellbita?

Hygg at teimum fyrstu pørtunum í lestrartilfarinum.

Hug at royna tað?

Trýst á knøttin og bílegg eina tíð til fyrsta partin av skeiðinum.